Innanlands

- Flogskiparin á MH 370 framdi morð og gjørdi sjálvmorð

Tað sigur fyrrverandi avstralski forsætisráðharrin um malaysiska flogfarið, sum datt niður í Indisiska Havið í 2014

Undir leitanini eftir MH 370 flogfarinum í 2014 (Mynd: EPA)

Undir leitanini eftir MH 370 flogfarinum í 2014 (Mynd: EPA)

2020-02-20 19:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt av tingunum ið fylti allarmest tíðliga í 2014 var MH370. - Boeing 777 fogfarið hjá Malaysian Airlines Flight ið brádliga hvarv ein stóran hálvan tíma eftir fráferð frá Kuala Lumpur.

Leitanin eftir MH370 varð tann størsta og mest kostnaðarmikla (beint undir eina milliard) í flogsøguni. Hóast hetta er ikki endaliga greitt júst hvat hendi, svørtu kassarnir eru millum annað ongantíð funnir, men ígjøgnum árini er tað vorðið greitt, at øll 239 fólkini umborð lótu lív, og at flofarið datt niður í Indiska Havinum 8. mars. Millum annað eru vraklutir funnir seinastu árini. 

Hvi tað datt niður er óvissa um, men Tony Abott, ið var forsætisráðharri í Avtralia 2014, er so at siga heilt vísur: 

- Eg vil ikki siga, hvør hevur sagt hvat við hvønn, men lat meg undirstrika og vera heilt greiður: Tað varð greinað og greitt frá við stórari vissu á hægsta støði, at talan var um morð og sjálvmorð, ið flogskiparin framdi 

Sambært Abott er talan um skomm frá malaysiskari síðu, yvir at ein av teirra flogskiparum hevur gjørt hetta. 

Duldar frágreiðingar avdúkaðu illguna mótvegis Zaharie Ahmad Shah, ið var fyrsti floskipari. Einki í kanningunum hevur bent á, at flogfarið varð álopið á nakran hátt, men familjan hjá Shah hevur víst aftur, at hann var "sjálvmorðshóttur"

Kanningin av MH 370 varð løgd til viks i 2017. Síðani hevur ein privat kanning í Avtralia verið framd - eisini uttan serlig úrslit. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder