Innanlands

- Fólk við svárari sjúku skulu ikki standa á berum

Javnaðarflokkurin hevur lagt uppskot fram um at dagpeningaútgjaldingin ikki skal støðga eftir sjúkuviðgerð í 40 vikur

Aksel V. Johannesen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannesen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-02-19 17:57 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Javnaðarflokkurin hevur í dag lagt fram uppskot fyri løgtingiðt um at víðka dagpeningaskipanina til eisini at fevna um langtíðarsjúk.

- Eingin, sum kemur í svára sjúkralegu, skal standa á berum, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.

Í verandi dagpeningalóg er ásett, at dagpeningur í mesta lagi verður veittur í 40 vikur. Hetta merkir, at langtíðarsjúk, sum t.d. framvegis eru í sjúkuviðgerð aftaná 40 vikur, detta burtur úr skipanini. Fyri at fáa rætt til fyritíðarpensjón skal tað vera staðfest, at viðkomandi ikki verður arbeiðsførur aftur, og meðan viðkomandi framvegis er í viðgerð, er trupult at staðfesta, um viðkomandi fær ella ikki fær arbeiðsførleikarnar aftur. Tí hevur viðkomandi, sum framvegis er í viðgerð, ikki rætt til fyritíðarpensjón. Hevur viðkomandi nakað av uppsparing á bók, ella hevur hjúnafelagin inntøku, hevur viðkomandi heldur ikki rætt til forsorg.

-Við verandi lóg detta summi niðurímillum allar sosialar skipanir og hava ongan rætt til stuðul ella forsorgarhjálp. Vit tosa um fólk, sum eru í eini svárari støðu í lívinum. Tað er ikki nóg gott, og tí vilja vit víðka skipanina, so øll verða loftað, sigur Aksel V. Johannesen.

Í Danmark er serlig grein sett í dagpeningalógina viðvíkjandi langtíðarsjúku. Tinglimir Javnaðarfloksins halda, at vit somuleiðis eiga at fáa eina grein inn í føroysku dagpeningalógina, sum viðvíkur langtíðarsjúku.

Í fjør var talan um 105 persónar, sum vóru í skipanini í 40 vikur.

Málið er sett á skránna fyri komandi tingfund, sum verður mikudagin 26. februar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder