- Tann politiski týdningurin av fólkatingsvalinum er lítil. Stutta og einfalda svarið er, at tað hevur sum so onga ávirkan á okkara gerandisdag í Føroyum, hvør umboðar okkum í Fólkatinginum.
Tað sigur Uni Holm Johannesen, stjórnmálafrøðingur, sum hevur granska í føroyskum fólkatingsvalum í sambandi við masterritgerð sína. Hann greiðir frá, at veruliga valdið í Føroyum liggur í Løgtinginum, og at arbeiðið er meira skipað.
- Sum føroyskt fólkatingsumboð er tú heldur ikki klassiskur politikari. Sum løgtingsfólk fær tú bundnar uppgávur. Tú verður valdur í rættarnevndina og er talsfólk hjá tínum flokki í teimum málunum, sum eru fyri har, og tú er við til allar atkvøðugreiðslurnar í løgtinginum, greiðir Uni Holm Johannesen frá. Hann vísur á, at tað eisini eru færri veljarar til fólkatingsval enn til løgtingsval.
- Tað eru fleiri orsøkir tvørturum floksideologi og samfelagsbólkar, at færri veljarar fara á fólkatingsval. Javnaðarflokkurin fekk 2500 atkvøður færri til fólkatingsvalið enn til løgtingsvalið í 2015. Sambandsflokkurin fekk 546 atkvøður færri til fólkatingsvalið enn til løgtingsvalið. Sjálvstýrið fekk 902 atkvøður færri til fólkatingsvalið enn til løgtingsvalið.
Stilla upp fyri promovering
- Sjálvt um týdningurin í stóra høpinum er lítil, so stilla flokkarnir upp. Tað gera teir fyri at vera við í valstríðnum og fáa høvi at gera vart við síni sjónarmið til formansval í sjónvarpinum, á veljarafundum og kjaksendingum, í bløðum og tíðindaportalum, sigur Uni Holm Johannesen. Hann greiðir frá, at tað eisini er týdningarmikið fyri flokkarnar, at veljarin ikki verður vanur at atkvøða uppá aðrar flokkar til fólkatingsvalið, tí at tað kann smitta av uppá løgtingsvalið. Men aðrar grundir eru eisini til at stilla upp:
- Og so er tað sjálvandi lukrativu arbeiðsumstøðurnar hjá fólkatingsumboðunum. Tað er eitt høvi at profilera seg og sín flokk. Flokkurin fær ein professionellan politikara afturat í hópin við stórari skrivstovu, greiðir Uni Holm Johannesen frá.
Lítil politikkur at kjakast um
Men hvat verður so kjakast um til fólkatingsvalið?
- Floksformenn halda sjálvir, at tað kann vera trupult at fáa eitt innihaldsríkt valstríð, og valstríðið snýr seg av somu orsøk í lítlan mun um tað, sum føroyska fólkatingsumboðanin í veruleikanum kann gera nakað við, greiðir Uni Holm Johannesen frá. Hann sigur, at uttanríkipolitisk mál ofta eru evni, hóast fólkatingsumboðið onga ávirkan hevur á tílíkan politikk.
- Fyri fýra árum síðan vóru evnini flóttafólk, Schengen, stjórnarskipanin, yvirtøku av útlendingamálum, samband og loysing, og ríkisveitingina. Hetta eru alt mál, sum føroyska fólkatingsumboðanin ikki hevur mandat at taka støðu til, greiðir stjórnmálafrøðingurin frá. Hann sigur at enda, at nógv tó bendir á, at evnini hesa ferð verða nøkurlunda tey somu.
- Sambært orðaskiftinum í Kringvarpinum, so eru ábendingar um, at valstríðið hesa ferð verður um nøkulunda tað sama.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald