Eins og í síðstu viku, liggur eitt ferðamannaskip á Tvøroyri. Og aftur er tað eitt hjá reiðarínum Ponant.
Les eisini: Fyrsta ferðamannaskipið í ár á Tvøroyri
Le Lyrial legði at við Tvørakei klokkan átta í morgun.
Tvøroyar kommuna upplýsir, at umborð eru 175 ferðafólk og telur manningin 154. Tað er ymiskt, hvat ferðafólkini skulu uppliva hesar tímarnar í Suðuroynni.
- Bussar stóðu á havnalagnum og tóku ímóti gestum, ið skuldu ein túr ymsastaðni í oynni og eitt annað ferðalið fór gongutúr við lokalum ferðaleiðara.
Le Lyrial er frá 2015. Skipið er 142 metrar langt og kann taka upp til 244 ferðafólk.
Kommunan skrivar, at á havnalagnum er frammanundan sera nógv virksemi í løtuni, men væl var sperrað av, soleiðis at ferðafólkini kundu koma trygt til og frá. Hugnaliga Kafé Kgl. Handilin er eisini opin í morgun, í sambandi við vitjanina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald