Innanlands

– Forboð er ikki vegurin fram

Tað eru skúlarnir sjálvir, sum gera mannagongdir í sambandi við fartelefonnýtslu hjá næmingunum í skúlatíðini, og neyðugt er, at allir skúlar hava ein politikk á økinum, sigur landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum í svari til fyrispurning

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-05-03 10:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Forboð fyri nýtslu av fartelefonum í skúlanum er ikki vegurin fram. Hinvegin er einki til hindurs fyri at seta reglur fyri nýtslu av fartelefonum, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum.

Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin setti honum fyrispurning um nýtslu av fartelefon í skúlunum. Hann vildi m.a. hava at vita, um ætlanin var at skipa ein almennan telefonpolitikk í fólkaskúlunum í Føroyum.

Skipanin higartil hevur verið, at tað eru skúlarnir sjálvir, sum gera mannagongdir í sambandi við fartelefonnýtslu hjá næmingunum í skúlatíðini, sigur landsstýrismaðurin.

– Í november 2018 var aðalorðaskifti um fólkaskúlan, har KT í skúlanum var ein partur í frágreiðingini til orðaskiftið. Viðvíkjandi fartelefonum var niðurstøðan, at hildið var, at frægasta loysnin var at lata tað vera upp til einstøku skúlarnar at orða politikk á økinum, av tí at eingin skúli og eingin støða eru eins. Hetta var eisini grundað á, at tað er skúlaleiðarin, sum hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna í skúlanum, og sum tekur allar ítøkiligar avgerðir viðvíkjandi næmingum skúlans.

Nógvir skúlar hava gjørt meginreglur á økinum, og Barna- og útbúgvingarmálaráðið fer í næstum at lýsa vegleiðandi reglur um fartelefonir við tilvísing um, at neyðugt er, at allir skúlar hava ein politikk á økinum, sigur landsstýrismaðurin.

– Í øllum arbeiði at gera meginreglur í skúlunum er umráðandi, at námsfrøðiliga ráðið er partur av arbeiðinum, og at tey ungu verða tikin við upp á ráð. Verða tey ikki tikin við, er vandi fyri, at tey ikki virða galdandi reglur. Hetta er eisini í samsvari við Barnarættindasáttmálan, har ásett er, at børnini eiga at verða hoyrd í málum, sum viðvíkja teirra rættindum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder