Danska stjórnin hevur hevur sett 30 milliónir av til at styrkja vitanina um Ríkisfelagsskapin.
Fýra milliónir krónur verða í hesum sambandi settar av til Danske Taler, til at skjalprógva føroyskan og grønlendskan siðaarv um røðulist, og 2,5 milliónir krónur verða settar av til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027.
– Hetta er eitt gott ískoyti til leikirnar, sum aftur verða hildnir í Føroyum. Leikirnir hava ikki verið hildnir í Føroyum síðani 1989. Hetta er eitt gott høvi at sýna okkara dugnaligu ítróttafólk, mentan og samfelag fram fyri øllum oyggjaleikagestum, sigur Anna Falkenberg, fólktaingskvinna fyri Smabandsflokkin.
– Eg gleði meg til Oyggjaleikirnar í Føroyum í 2027 og vil ynskja fyrireikarunum hepna hond í at skipa fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald