- So fjarskotnar og guðsóttandi, sum tær eru, eru ivaleyst løtur, har Føroyar geva einum eina kenslu av at ferðast aftur í tíðina (...) Men hóast tað, kann ein ikki nokta, at staðið er lokkandi.
Soleiðis skrivar journalisturin, Jamie Lafferty í grein á heimasíðuna "Traveller" hjá avstralska miðlinum Sydney Morning Herald, sum varð løgd út 24. september.
Jamie Lafferty varð boðin til Føroya sum gestur hjá Visit Faroe Islands og vitjaði í fýra dagar, m.a. í Mykinesi.
Í greinini verður m.a. tosað um fuglaveiðu, ferðavinnuna, Koks og eitt sindur um grindadrápið, men journalisturin er øgiliga jaligur. Tó er hann ikki keddur um, at hann onga grind sá.
- Eg fái einki borð á Koks á mínari vitjan, og eg síggi heldur einki til nógv umrødda grindadrápið á oyggjunum, og tó eg angri tað fyrra, er tað seinna ein lætti. Tað er uttan iva mest ódámligi parturin av lívinum heruppi – føroyingar eru gestablíðir og fólkaligir, men tað er torført at seta seg í samband við teir, tá teir eru dálkaðir av blóði frá einum øðrum súgdjóri.
Í greinini verður fjølbroytta føroyska veðrið eisini nevnt.
- Sjálvt á langum summardøgum kunnu oyggjarnar verða fjaldar í mjørka ella verða bardar niður av regni og skrið, og eg haldi tað vera sera sigandi, at sjálvt almenna Instagram-síðan hjá Visit Faroe Islands ikki plagar at vísa klárar dagar men heldur ræðandi klettar. Men kemur tú framvið á einum góðum degi, kann tað kennast sum tað evropeiska Hawaii.
- Um Føroyar hava eina keðiliga síðu, havi eg ikki sæð hana. Men sigast má, at í tvey samdøgur var summarmjørkin so tjúkkur, at eg ikki sá meira enn 50 metrar frammanfyri meg, og kundi eg tí ikki meta um vakurleikan av landslagnum.
Øll greinin kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald