2026-06-01 10:26
Ferðamannaskipið Expedition legði at Í Hvalvík í morgun, har ferðafólk eisini fara í land.
Talan er um eitt skip, sum er 105 metrar langt, og knappar 19 metrar breitt og er Expedition tað fyrsta ferðamannaskipið, sum vitjar Sunda kommunu nakrantíð.
Umleið 100 ferðafólk eru við skipinum, og manningartalið telur áleið tað sama.
Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri, fegnast um vitjanina og vónar at hetta er byrjanin til eina nýggju inntøku keldu hjá kommununi komandi árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald