Innanlands

– Føroyar skal framvegis vera besta og tryggasta staðið

Løgmaður sigur seg als ikki kunnu góðtaka, at harðskapur fer fram í býarlívinum, og er rættast at fara í samskifti við avvarðandi myndugleikar fyri at fáa nærri greiðu á støðuna – Møguligar loysnir eru, at løgreglan patruljerar til gongu í miðbýnum í vikuskiftinum, og at Náttarravnarnir verða uppraðfestir, sigur hann

– Sum løgmaður vil eg, at Føroyar framvegis skulu vera besta og tryggasta staðið at liva og vaksa upp, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd)

– Sum løgmaður vil eg, at Føroyar framvegis skulu vera besta og tryggasta staðið at liva og vaksa upp, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd)

2022-05-09 11:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður sigur, at tað er týdningarmikið at seta tiltøk í verk at basa trupulleikunum við rusevnum og harðskapi, og heldur hann, at mann eigur at fara í samskifti við avvarðandi myndugleikar fyri at fáa nærri greiðu á, um harðskapurin, sum søgur hava verið frammi um seinastu tíðina, hongur saman við rúsevnismisnýtslu.

Eisini vil hann hava nærri greiðu á, hvussu umfatandi harðskapurin í náttarlívinum er, og um nakað ávíst mynstur er í harðskapinum, sigur hann í svari til fyrispurning hjá Anniku Olsen úr Fólkaflokkinum.

Annika Olsen hevur spurt løgmann, hvørjar ætlanir eru um at seta í verk tiltøk at basa harðskapi í býarlívinum, og um nakrar ítøkiligar samráðingar eru við kommunurnar um hetta.

Sum møgulig átøk nevnir løgmaður, at løgreglan patruljerar til gongu í miðbýnum í vikuskiftinum, og at Náttarravnarnir verða uppraðfestir. Eisini nevnir hann møguleikan, sum hevur verið frammi, at seta vakmyndatól upp í náttarlívinum.

– Sum løgmaður vil eg at Føroyar framvegis skulu vera besta og tryggasta staðið at liva og vaksa upp, og tí kann eg als ikki góðtaka at harðskapur fer fram í býarlívinum. Hetta var eisini ein av orsøkunum til at eg setti arbeiðið í gongd við einari heildarætlan fyri rúsevnismisnýtslu, sigur hann.

Les eisini: Fara at seta ein stýrisbólk

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur eisini, at fleiri av átøkunum í heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu, sum hann fekk handað í mars, eisini kunnu vera við til at avmarka harðskap.

– Her hugsi eg eg t.d. um nýggja PSP-samstarvið og SSP+ samastarvið, sum ætlanin er at seta í verk, sigur hann.

PSP-samstarvið er eitt samstarv millum psykiatri, sosialar myndugleikar og løgregluna, sum serliga er ætlað borgarum við fjøltáttaðum trupulleikum, sum ikki sjálvir megna at søkja sær hjálp fyri at betra um støðuna. Í Føroyum fer Kriminalforsorgin at verða part av samstarvinum.

SSP+ samstarvið er ætlað ungum millum 18 og 24 ár, sum hava trupulleikar við rúsevnum og óhepnari ella kriminellari atferð, og ætlanin við samstarvinum er at hjálpa og stuðla teimum ungu aftur á beina kós. Samstarvið fevnir millum annað um løgregluna, Almannaverkið, ALS, Dugna, Megna Títt Lív og Kriminalforsorgina.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at Løgmansskrivstovan hevur havt eitt gott samskifti við borgarstjóran í Tórshavnar kommunu um støðuna viðvíkjandi átøk móti harðskapi í býarlívinum, men annars eru ongar ítøkiligar samráðingar við kommunurnar um hetta.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder