Innanlands

Fara at seta ein stýrisbólk

Ætlanin er at seta ein stýrisbólk, sum skal gera eina ætlan fyri, hvussu heildarætlanin um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu skal setast í verk, og ein verkbólkur fær ábyrgdina av, at tilmælini verða sett í verk í samsvari við avgerðirnar hjá stýrisbólkinum, sigur løgmaður í svari til fyrispurning hjá Anniku Olsen

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-05-09 10:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heildarætlanin at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu, sum varð handað løgmanni 18. mars, skal eftir ætlan fremjast yvir seks-sjey ár frá 2022 til 2028.

Mælt verður til, at ein skipan verður gjørd fyri, hvussu heildarætlanin verður sett í verk og framd, og Løgmansskrivstovan skal hava samskipandi leikutin og eftirlit við, at heildarætlanin verður framd í tráð við politska viljan, tilmælini og tíðarætlanina.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður sigur í svari til fyrispurning hjá Anniku Olsen úr Fólkaflokkinum, at ætlanin er at seta ein stýrisbólk, sum skal gera eina ætlan fyri, hvussu heildarætlanin skal setast í verk. Løgmansstjórin og avvarðandi aðalstjórar skulu sita í stýrisbólkinum.

Eisini er ætlanin at seta ein verkbólk, sum verður mannaður við umboðum fyri tey fýra avvarðandi stjórnarráðini. Verkbólkurin fær ábyrgd av, at tilmælini verða sett í verk í samsvari við avgerðirnar hjá stýrisbólkinum. Bólkurin skal somuleiðis tryggja tvørgeiraliga samstarvið.

Eisini upplýsir løgmaður, at ætlanin er at hava eina almenna ráðstevnu síðst í hesum mánaðinum, har ymisk evni úr heildarætlanini verða tikin fram og umrødd. Eftir hetta verða stýrisbólkurin og verkbólkurin settir.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder