Innanlands

– Føroyar víkja grundleggjandi frá sínum grannalondum

Fyritøkur í okkara grannalondum rinda ikki kringvarpsgjald, vísir Vinnuhúsið á í hoyringsskrivi til ætlaðu broytingarnar hjá landsstýrinum í kringvarpslógini

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-12-04 11:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Føroyar víkja frá sínum grannalondum, tá ið hugt verður eftir fyritøkum og kringvarpsgjaldi, vísir Vinnuhúsið á í hoyringsskrivi til ætlaðu broytingarnar hjá landsstýrinum í kringvarpslógini.

Í Danmark, Noregi og Svøríki rinda fyritøkur als ikki kringvarpsgjald. Síðani hesi lond fyri nøkrum árum síðani umskipaðu kringsvarpsgjaldið til at verða fíggjað umvegis skattin, hava fyritøkur ikki rindað kringvarpsgjald, og í Íslandi rinda fyritøkurnar eitt munandi minni gjald, enn fyritøkurnar í Føroyum gera, skrivar Vinnuhúsið.

Sambært Vinnuhúsinum upplýsir Taks, at 1.523 føroysk virkir rinda kringvarpsgjald, og samlaða upphæddin er 8.136.500 krónur.

Ætlaðu broytingarnar hjá landsstýrinum leggja upp til at lækka kringvarpsgjaldið fyri smærri fyritøkur og stovnar. Ítøkiliga er ætlanin, at tær fyritøkurnar, ið hava undir eina millión krónur í lønarútreiðslum um árið, fáa ein lætta á 500 krónur um árið, og hetta er ein bati, skrivar Vinnuhúsið.

Les eisini: Kringvarpsgjaldið skal hækka 13 krónur

Uppskotið hjá landsstýrinum varð sent til hoyringar 28. november, og hoyringsfreistin er 11. desember.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder