Innanlands

– Góðtaka ikki, at sendistovan í Tel Aviv verður niðurløgd

Tað hevði sent eitt skeivt signal, sigur Beinir Johannesen løgmaður.

Beinir Johannesen løgmaður sigur, at Fólkaflokkurin tekur ikki undir við at lata sendistovuna í Tel Aviv aftur (Savnsmynd)

Beinir Johannesen løgmaður sigur, at Fólkaflokkurin tekur ikki undir við at lata sendistovuna í Tel Aviv aftur (Savnsmynd)

2026-10-04 11:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sendistovan í Tel Aviv letur ikki aftur, sigur Beinir Johannesen løgmaður, hóast Uttanríkis- og fiskimálaráðið herfyri boðaði frá, at hon, eins og sendistovan í Moskva, verður latin aftur.

– Eg og Fólkaflokkurin góðtaka ikki, at sendistovan verður løgd niður, sigur hann við Kringvarpið.

Beinir Johannesen sigur seg hava greitt landsstýrismanninum í uttanríkis- og fiskimálum, Bárður á Steig Nielsen frá hesum, bæði áðrenn og eftir, at fíggjarlógaruppskotið fyri 2027 varð lagt fram í vikuni.

Les eisini: Sendistovurnar í Moskva og Tel Aviv steingja

Búskaparliga gevur tað meining at hava sendistovuna í Tel Aviv, og nú ágangur móti Ísrael tykiskt meira vanligur, hevði tað eisini sent eitt skeivt signal, um sendistovan varð latin aftur, sigur løgmaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder