- Eg má siga, at tað er rættiliga undrunnarvert hvussu væl okkara tilbúgving virkar, tá á stendur. Sløkkilið og sjálvboðin bjargingafeløg hava gjørt eitt megnar arbeiði fyri at hjálpa teimum, sum komu illa fyri í nógva vindinum. Eisini er tað ótrúligt hvussu tolin fólk eru, tá tey fáa at vita, at tað kann taka nakað av tíð til hjálpin kemur fram til teirra.
Bjarni Nattestad, sum hevði uppgávuna sum vaktleiðari á løgreglustøðini í Havn er rættiliga ovfarin av, hvussu væl føroyingar duga at takla støðurnar, sum uppstanda í sambandi við illveður.
- Eg kann ikki lata vera við at hava virðing fyri teimum fólkunum, sum uttan orð fara út og seta sítt egna lív í vanda fyri at hjálpa øðrum. Tað eru ikki bara sløkkiliðsfólk og limir í bjargingarfeløgum, sum hjálpa til, men eisini grannar og vinir. Eg haldi, at tað er ótrúligt, sigur Bjarni Nattestad, sum vísir á, at hann bara sat fjálgt inni á politistøðini við einum kaffikoppi og tosaði í telefon, meðan tað herjaði upp á tað harðasta í gjárkvøldið.
Vísa stórt forstáilsi
- Fólk vísa stórt forstáilsi. Um vit siga teimum, at tey kanska ikki kunnu rokna við hjálp beinanvegin, ella at tey mugu bíða eina løtu, tí menn eru upptiknir av onkrum øðrum, so verða tey boðini góðtikin uttan at talað verður at.
- Eisini bjargingarfeløgini gera ein ómetaliga stóran innsats. Um so er, at tey ikki hava tíð til at fara út til ein skaða, tá eg ringi til teirra, so eru teir skjótir at singja aftur so skjótt onkrar leysar hendur eru fyri at vita, hvat teir so skulu fara, sigur Bjarni Nattestad.
Vaktleiðarin hevur eisini rósandi orð til fólkið hjá Landsverki. Tað gekk bert ein lítil løta frá tí at fráboðanin kom um, at uppgangur hevði stongt Kaldbaksvegin av, til maskina hjá Landsverki var á staðnum og ruddaði vegin aftur, vísir Bjarni Nattestad á.
Veðurstovurnar boða frá, at hann kemur aftur við meira vindi í dag, og løgreglan heitir á fólk um at fara út at kanna eftir at tað ikki er nakað, ið liggur og sløðist og kann takast við vindinum. Løgreglan heitir eisini á fólk um at hyggja at húsunum, fyri at vita um nakað er loysnað, og møguliga kann festast áðrenn hann herjar á aftur.
Áheitan frá løgregluni
Soleiðis ljóða boðini frá politinum á Facebook í dag:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald