– Grønland er framvegis ikki til sølu, sigur grønlendski fólkatingslimurin Aaja Chemnitz úr flokkinum Inuit Ataqatigiit (IA) um útsøgnina hjá Donald Trump sunnudagin.
Les eisini: Trump vil framvegis hava Grønland
Komandi amerikanski forsetin skrivaði m.a. soleiðis á sín egna sosiala miðil, Truth Social:
– Fyri tjóðartrygdina og fyri frið kring heimin, heldur USA, at ognarskapur og ræði á Grønlandi er alneyðugt.
Í 2019 boðaði Trump frá, at hann ynskti at keypa Grønland, og tykist tað sum, at hann ikki hevur slept ætlanini.
– Eg haldi, at orðini ognarskapur og ræði frá einum komandi forseta úr USA, sum avger allan uttanríkis- og trygdarpolitikkin hjá vesturheiminum, eru eitt greitt signal um, at mann vil keypa Grønland, sigur Aaja Chemnitz sambært Ritzau.
Grønlendski fólkatingslimurin heldur, at tað at umrøða Grønland sum nakað, sum kann keypast, er eitt tekin um manglandi virðing fyri Grønlandi, og tað er tað eisini, tá danskri politikarar siga, at tað er ein avgerð hjá Danmark, sigur hon.
– Tað er ein avgerð, sum liggur hjá Grønlandi og grønlendska fólkinum. Vit hava víðkað sjálvstýri í Grønlandi. Mær vitandi ynskir eingin flokkur í Grønlandi at gerast amerikanskir ríkisborgarar.
Aaja Chemnitz er harafturímóti opin fyri øktum samstarvi við USA.
Hitt grønlendska umboðið í Fólkatinginum, Aki-Matilda Høegh Dam úr Siumut sigur eisini, at Grønland ikki er ein handilsvøra, men hon er sinnað at hava eitt opið samskifti um, hvat Trump ítøkiliga meinar við sínum áhuga í Grønlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald