Innanlands

- Halda ákærurnar fram má eg umhugsa at stevna

Tað tyngir Taks at Jørn Astrup áhaldandi kemur við ógrundaðum ákærum, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-26 13:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Slíkar søgur eru skaðiligar fyri stovnin, sum eg eri stjóri fyri. Tí verði eg noyddur at umhugsa at stevna fyri ærumeiðing, um slíkt heldur fram.

Soleiðis sigur stjórin í Taks, Eyðun Mørkøre, í sambandi við ákærurnar frá Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi bankastjóra og stjóra fyri Finansiel Stabilitet, sum í Sosialinum um vikuskifti kom við tyngjandi ákærum móti fyrrverandi stjóranum í EikBanka/BetriBanka, Súna Schwartz Jacobsen, og stjóranum í Taks, Eyðuni Mørkøre.

Málið snýr seg um eina skuld til eitt íløgufelag, sum Eyðun Mørkøre hevði stovnað saman við øðrum, men sum fór av knóranum í sambandi við fíggjarkreppuna í 2008.

Skuldsetingarnar ljóða, at Súni Schwartz skal hava eftirgivið skuld í felagnum, og harvið skal hava tryggjað bankanum eina lagaliga viðgerð í sambandi við stóra skattamálið móti EikBanka.

Drúgva greinin kann lesast í Sosialinum, sum kom út um vikuskiftið.

Í samrøðu við Árna Gregersen á útvarpsstøðini FM1 á middegi, vísti Eyðun Mørkøre øllum skuldsetingunum aftur.

- Tað, sum Astrup kemur fram við, hevur onki við veruleikan at gera, segði Eyðun Mørkøre.

Hann vísti á, at Jørn Astrup í 2019 meldaði málið til løgregluna. Málið varð kannað av løgregluni og SØIK, eisini kallað bakmanspolitiið, sum staðfesti, at onki hald var í skuldsetingunum.

Eyðun Mørkøre vísti eisini aftur, at partafelagið hjá teimum hevur fingið nakra skuld eftirgivna frá bankanum.

Upp á spurningin, um hann fer at gera meira við málið, eitt nú at saksøkja Jørn Astrup Hanssen, segði Eyðun Mørkøre, at tað er undarligt at verða ákærdur fyri líkt og ólíkt við jøvnum millumbili – serliga tí slíkar ákærur skaða umdømið hjá Taks.

Hann segði, at hann ikki enn hevur tikið støðu til um hann møguliga fer at rættarsøkja Jørn Astrup, men um slíkar ákærur halda fram, so verður hann helst noyddur til tað.

Les eisini viðmerking frá Jógvani Páll Lassen, advokati: Hevur Astrup fingið Alzheimers  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder