Innanlands

- Hava ikki ætlanir um at víðka samgonguna

Hetta slær løgmaður fast, eftir at fundur í dag hevur verið við Sjálvstýri. Tað var Sjávstýri, ið bað um fundin, og sambært Kringvarpinum varð ynski sett fram um landstýrissess og at gerast partur av samgonguni

Bárður á Steig Nielsen vil ikki vátta, hvat ynski hjá Sjálvstýrinum var (Mynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen vil ikki vátta, hvat ynski hjá Sjálvstýrinum var (Mynd: Sverri Egholm)

2021-04-20 17:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrrapartin hevur fundur verið millum Sjálvstýri og samgonguleiðararnir. Tað er Sjálvstýri, ið hevur eitt tætt samstarv við samgonguna, sum hevur biðið um fundin, sigur løgmaður við Kringvarpið í dag.

Í fyrstu syftu bað Sjálvstýri um fund í februar, men barsilsmál í tinginum og formansskifti í flokkinum forðaðu fyri tí, og eftir nýggja umbøn í seinastu viku varð fundurin hildin í dag, sigur Bárður á Steig Nielsen.

Sambært Kringvarpinum hava Kristin Michelsen og Sjálvstýri á fundinum biðið um at gerast partur av samgonguni og at fáa landsstýrissess. Bárður á Steig Nielsen vil ikki seta tingini heilt soleiðis upp, men hann ger greitt, at ongar ætlanir eru um at víðka samgonguni, sum fevnir um 17 timlimir, sum nú er.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder