
Jenis av Rana gjørdi í samrøðu við Kringvarpið stutt eftir middag, og á Facebook-vanga sínum stutt eftir, greitt, at tað hann segði við FM1 í gjár sambært honum er misskilt.
- Eg haldi, at hann (løgmaður. red.) í hasum førinum fer lætt um sannleikan, og tað dámar mær ikki.
Tað sum Bárður á Steig Nielsen vísti á í fráboðan sínari fyrrapartin var, at dropin hjá honum var, at Jenis av Rana í gjár beinleiðis og alment hevði heitt á Magnus Rasmussen, ið hevði fingið part av málsøki Jenisar í sammóður-málinum, um at ganga ímóti boðum løgmans:
- Síðani eg tók við sum løgmaður havi eg roynt at vera savnandi, diplomatiskur og rúmligur. Men samstundis má eg ásanna, at landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum yvir eitt longri tíðarskeið, hevur bjóðað hesum av. Tá landsstýrismaðurin so í gjár alment heitir á onnur landsstýrisfólk um beinleiðis at ganga í móti boðum løgmans, ja tá røkkur mín rúmligheit ikki longur, sigur løgmaður í viðmerking.
Les eisini: Løgmaður loyst Jenis av Rana úr starvi
Hetta seinasta er ikki í samsvar við sannleikan, segði Jenis av Rana við Kringvarpið:
- Tað kundi eg ikki funnið uppá. Um eg hevði gjørt tað, so hevði eg skilt hann.
- Eg segði, at eg seti mína vón til, at Magnus Rasmussen ikki fer at gera tað - og tað geri eg enn.
Talan er um tvey ymisk ting, vísir fyrrverrandi landsstýrismaðurin í uttanríks- og mentamálum frá, sum eisini enn einaferð ger sína persónligu meining um málið, og hvussu trúgv spælir inn, greitt:
- Eg fari altíð at lýða Guð meira enn menniskjur. Hetta er ein sannføring hjá mær, og eg kann ikki fara og biðja bisp og prestar innføra í kirkjubókina, at pápin er tann og tann konan; tað ber simpulten slett ikki til við tí guðstrúgv, eg havi, og so má tað kosta, tað sum tað kosta vil.
Spurdur um Miðflokkurin framvegis er partur av samgonguni, svarar Jenis av Rana, at hetta mugu vit fáa at síggja: Greiða verður fingin á tí á fundinum hjá floksstýri Miðfloksins, sum er í gongd í løtuni.
Til ber at hoyra alla samrøðuna her
----------------------------------------------------------
Her sæst, hvat Jenis av Rana hevur skrivað á sínum Facebook-vanga í samband við málið
Her er, orðarætt, prátið í FM 1 í gjár, sum voldi, at løgmaður í dag loysti meg úr starvi ( tí eg, sb. honum, í prátinum: alment heitti á onnur landsstýrisfólk um beinleiðis at ganga ímóti boðum løgmans???).
Árni Gregersen, journalistur:
- Men Jenis av Rana hevur gjørt greitt, at tað verður ikki við honum sum landsstýrismanni, at prestar fáa boðini at broyta mannagongdina, so at børn kunnu verða skrásett í kirkjubókunum við navninum á ”sammóður” síni. Jenis av Rana: ”álíkavæl vísir tað seg, at tað er broytt nú, og at tað stendur ein kunngerð í kunngerðarblaðnum, sum kom út í gjár, at hetta verður broytt”.
Svar mítt:
- Ja, tað skuldast, at løgmaður hevur brúkt tann rætt, hann hevur, til at taka hendan partin av málsøkinum hjá mær frá mær- og givið til Magnus Rasmussen, og ja, tað er ein rætt, hann hevur. Tað hevur verið eitt stríðsmál, sum okur hava tosað nógv um, og nú hevur hann so skorið ígjøgnum”.
Árni Gregersen:
- Hvat sigur tú til tað, kanst tú liva við at løgmaður tekur eitt málsøki frá tær soleiðis mitt í valskeiðnum”?
Jenis av Rana:
- Eg vildi ynskt, at hann ikki gjørdi tað, og tað harmar meg nógv, at hann ger tað, tí tað gongur mær so inniliga imóti, tað gongur móti míni sannføring sum trúgvandi, og eg vildi ynskt, at hann ikki gjørdi tað, lat meg siga tað soleiðis. Men je haldi, at vissi teir vilja eiga æruna av at gera hetta, je haldi ikki at tað er nøkur æra, so mugu teir um tað, men je seti enn mína vón til, at Magnus Rasmussen ikki ger tað”.
Journalisturin: ” fer hetta at fáa nakrar politiska avleiðingar?”
Jenis av Rana:
- Hetta fer ikki nakra aðra politiska avleiðing, enn at tað er tikið úr mínum hondum. Men tað er ein lítil flís úr lógini, sum er tikin burtur, tí hann (løgmaður) hevur ein trupulleika, sum hann fegin vil loysa. Men je haldi ikki at hann loysir hendan trupulleikan uppá rættan hátt. Je vildi ynskt, at okur sloppu undan hesum.
- Je eri púra samdur við Umhvøvisstovuna, sum er tann stovnurin undir vinnumálaráðnum, sum sigur, at hetta er ikki í lagi at gera á hendan hátt. Je eri ikki samdur við ta fraktiónina í Vinnumálaráðnum, sum hevur sannført landsstýrismannin um at tað kann gerast á hendan hátt. Je eri ikki samdur í at man áleggur bispi, ella boðar bispi frá, at hann kann áleggja prestum at fara at brúka orðið ”sammóður” í staðin fyri pápi í kirkjubókunum. Je haldi at tað er, fyri at brúka eitt annað orð- tað er langt úti”!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald