Áðrenn Turkaland og Sýria vórðu rakt av ógvusliga jarðskjálvtanum mánadagin, hevði heimurin gloymt Sýria.
Tað sigur kreppustjórin hjá Heimsheilsustovninum (WHO), Mike Ryan.
Heimurin hevði gloymt ta kreppuna, sum hevur ávirkað landið, og sum milliónir av fólki hava strídst við í yvir eitt áratíggju, men nú hevur járðskjálvtin givið okkum eina áminning um, at tað stendur illa til, sigur hann sambært DR.
– Sýria hevur tørv á neyðhjálp, og vantandi hjálpin er við til at gera kreppuna verri og økja um talið á deyðum.
Les eisini: Landsstýrið ætlar at lata neyðhjálp til Sýria og Turkalands
Les eisini: Deyðstalið farið uppum 24.000
Dagførd kl. 14
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald