Innanlands

Landsstýrið ætlar at lata neyðhjálp til Sýria og Turkalands

- Sum partur av altjóða av samfelagnum hava vit skyldu at veita neyðstøddum hjálp, staðfestir løgmaður. Tað krevst tó ein lógarbroyting, tí fíggjarlógin fyri 2023 ikki er samtykt enn

Heimasíðan lmr.fo skrivar, at ætlanin er, at føroyska neyðhjálpin fer til at veita teimum neyðstøddu fyrstuhjálp og sálarliga fyrstuhjálp, mat, vatn, teppir og sjúkraflutningstænastu (Mynd: Sverri Egholm)

Heimasíðan lmr.fo skrivar, at ætlanin er, at føroyska neyðhjálpin fer til at veita teimum neyðstøddu fyrstuhjálp og sálarliga fyrstuhjálp, mat, vatn, teppir og sjúkraflutningstænastu (Mynd: Sverri Egholm)

2023-02-09 19:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Sum partur av altjóða av samfelagnum hava vit skyldu at veita neyðstøddum hjálp. Støðan í Sýria og Turkalandi er vanlukkulig,  og tað sker í eyguni at síggja menniskju í so svárari neyð, nú teirra hús og heim eru rapað"

Hetta sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum í løtuni eisini er "virkandi landsstýrismaður í menningarsamstarvi og neyðhjálp"

Hetta er undir løgmálaráðnum. Tað er løgmaður, ið umsitir hetta málsøkið, meðan landstýrismaðurin Bjarni Kárason Petersen er í barnsburðarfarloyvi.

Heimasíðan hjá løgmálaráðnum skrivar, at mann í løtuni í tøttum samskifti við Reyða Kross Føroya um at lata neyðhjálp í sambandi við jarðskjálvtarnar, ið hava rakt Sýria og Turkaland.

Samanlagt hava yvir 15.000 latið lív eftir ógvuliga jarðskjálvtan og eftirskjálvtarnar - sum rakti Turkaland og Sýria mánadagin. Eisini hava heilt nógv mist heim sítt og tørvar teimum vatn, føði og hita.

Les eisini: Fleiri bjargað úr húsaleivdunum í gjár

Heimasíðan lmr.fo skrivar, at ætlanin er, at føroyska neyðhjálpin fer til at veita teimum neyðstøddu fyrstuhjálp og sálarliga fyrstuhjálp, mat, vatn, teppir og sjúkraflutningstænastu.

Hetta kann tó ikki beinleiðis gerast í bræði. Lógarheimild er ikki til hetta, og hon skal harvið fáast til vega

- Tá fíggjarlógin fyri 2023 ikki er samtykt enn, kann landsstýrið í løtuni ikki av sínum eintingum lata neyðhjálp. Tí fer Løgtingið væntandi í komandi viku at taka støðu til, um bráðfeingis játtanarlógin skal broytast, so neyðhjálp kann latast.

Les eisini: StÍF sendir hjálp til Turkalands

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder