Uttanlands

– Hetta er svik

Systkin hjá Robert F. Kennedy Jr. eru vónbrotin, nú hann hevur boðað frá, at hann stuðlar Donald Trump

Robert F. Kennedy Jr.luttók í nátt okkara tíð á veljarafundi hjá Donald Trump í Arizona (Mynd: EPA)

Robert F. Kennedy Jr.luttók í nátt okkara tíð á veljarafundi hjá Donald Trump í Arizona (Mynd: EPA)

2024-08-24 13:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár boðaði Robert F. Kennedy Jr., sum stillar upp til amerikanska forsetavalið sum sjálvstøðugt valevni, frá, at hann ikki longur heldur, at hann hevur møguleika at vinna, og at hann tí stuðlar Donald Trump, forsetavalevni hjá Republikanarunum.

Familjan hjá Robert F. Kennedy Jr. er tó ikki fegin um hetta. Fimm av systkjum hansara hava í felags fráboðan á sosialu miðlinum X og Instagram boðað frá, at tey eru vónbrotin um hesa avgerðina, og at tey stuðla demokratiska forsetavalevninum, Kamala Harris.

Les eisini: Kennedy stuðlar Trump

– Avgerðin hjá beiggja okkara Bobby um at stuðla Trump í dag er at svíkja virðini, sum pápi okkara og familja okkara virðismeta. Hetta er ein syrgiligur endi á einari syrgiligar søgu, skriva tey m.a.

Fráboðanin er undirskrivað av Kathleen Kennedy Townsend, Courtney Kennedy, Kerry Kennedy, Chris Kennedy og Rory Kennedy.

Robert F. Kennedy Jr. er triðelsta av 11 børnum hjá fyrrverandi demokratiska senatorinum og forsetavalevninum Robert F. Kennedy, sum varð skotin til deyðis í 1968. Hann er eisini bróðursonur John F. Kennedy forseta, sum varð skotin til deyðis í 1963.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at onnur úr Kennedy-familjuni alment ganga ímóti Robert F. Kennedy Jr. Serliga systir hansara Kerry Kennedy hevur alment funnist at fleiri av hansara útsøgnum, sum sambært henni ofta eru ósannar, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder