Herfyri kom fram, at 36 ára gamla sjónleikarakvinnan Scarlett Johansson hevur stevnt Disney fyri sáttmálabrot.
Orsøkin er, at Disney valdi at gera filmin "Black Widow", har hon spælir høvuðsleiklutin, tøkan á stroymingartænastuni Disney+ samstundis sum hann byrjaði at ganga í biografunum 9. juli.
Hetta merkir, sambært Scarlett Johansson, at hon fer at missa eina rúgvu av pengum, av tí at løn hennara er tengd at, hvussu væl filmurin klárar seg í biografinum.
Sambært Wall Street Journal kann hetta kosta Scarlett Johansson yvir 300 milliónir krónur - 50 milliónir dollarar.
Les eisini: Scarlett Johansson hevur stevnt Disney
Disney hevur higartil bert víst aftur, at hald er í hesum málinum, men nú svarar fyritøkan aftur.
Talsfólk hjá Disney kallar málið syrgiligt og ørkymlandi, og sigur, sambært B.T., at tað er kensluleyst at seta til viks ta ræðuligu ávirkanina, sum koronafarsóttin hevur havt.
Disney hevur ikki brotið sáttmálan, sigur talsfólkið, sum leggur afturat, at Scarlett Johansson longu hevur fingið 20 mió. dollarar (125 mió. krónur) fyri hennara arbeiði á "Black Widow", og við at hava filmin á Disney+ hevur hon møguleika at forvinna uppaftur meira.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald