Leygardagin varð ein nýggjur hjálparpakki, sum m.a. gevur Ukraina vápn og aðra hjálp fyri 426 milliardir krónur, samtyktur av amerikanska Umboðsmannatinginum, og hetta fer sambært ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj at bjarga fleiri lívum.
Les eisini: USA: Umboðsmannatingið samtykt nýggjan hjálparpakka til Ukraina
Men Russland finst at USA fyri at lata ukrainum meira stuðul.
Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini, sigur, at hetta var ikki óvæntað, men at hetta fer at kosta fleiri mannalív.
– Avgerðin um at veita stuðul til Ukraina var væntað. Hon fer at gera USA ríkari og oyðileggja Ukraina uppaftur meira, og elva til, at fleiri doyggja í Ukraina orsakað av stýrinum í Kyiv, sigur hann sambært Ritzau.
Í Senatinum, sum nú skal taka støðu til hjálparpakkan, hevur áður verið greiður meiriluti fyri einum hjálparpakka til Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald