Fleiri vesturlendskir leiðarar og ráðharrar finnast at russisku stjórnini, eftir at Russland hevur framt fleiri álop á ukrainskar býir í morgun.
Millum teirra er russiski uttanríkismálaráðharrin, James Cleverly.
Tað kann ikki góðtakast, at Russland sendir rakettir inn yvir sivil øki í Ukraina, skrivar hann á Twitter og leggur afturat, at tey eru eitt tekin um veikleika hjá Putin.
Franski forsetin, Emmanuel Macron sigur, at hann hevur samskift við leiðsluna í Ukraina, og er Frakland til reiðar at hjálpa Ukraina við at lata uppaftur meira hernaðarstuðul.
Eisini forsætisráðharrin í Belgia, Alexander De Croo sigur, at tað líkist ongum.
Sambært Ritzau hevur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj avtalað við týska samveldiskanslaran, Olaf Scholz, at skundfundur skal vera í G7-bólkinum.
G7-bólkurin eru sjey stóru ídnaðarlondini Frakland, Japan, Týskland, Stórabretland, USA, Italia og Kanada.
Les eisini: Ukraina: Kyiv og fleiri aðrir býir álopnir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald