Uttanlands

Ukraina: Kyiv og fleiri aðrir býir álopnir

Í morgun varð boðað frá fleiri spreingingum í ukrainskum býum, og fleiri eru deyð og særd, sigur ukrainski forsetin

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sigur, at álopini í morgun hava kravt fleiri mannalív (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sigur, at álopini í morgun hava kravt fleiri mannalív (Mynd: EPA)

2022-10-10 09:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi fimm rakettir hava rakt ukrainska høvuðsstaðin Kyiv í morgun, og boðað verður eisini frá spreingingum í øðrum ukrainskum býum – m.a. Zaporizjzja, Lviv, Ternopil og Dnipro.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sigur, at nógvir býir eru undir álopi, og eru fleiri deyð og særd. Í minsta lagi tíggju persónar hava latið lív, og 60 eru særd, upplýsir ukrainska løgreglan, sambært Reuters.

Borgarstjórin í ukrainska høvuðsstaðnum, Vitalij Klytjko sigur, sambært Ritzau, at tað eru "russisk yvirgangsfólk", sum standa aftanfyri.

Í viðmerking til støðuna sigur Zelenskyj eisini, at russar royna at oyðileggja ukrainar og strika tey av jørðini.

Boðað varð frá fyrstu spreingingunum stutt eftir klokkan átta ukrainska tíð, ið er stutt eftir klokkan seks føroyska tíð. Hetta hendi dagin eftir, at russiski forsetin, Vladimir Putin gav Ukraina skyldina fyri springingina á brúnni millum Krim-hálvoynna og Russland.

Les eisini: Putin: Ukrainar standa aftanfyri

Dagførd kl. 14.29

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder