Mentan

– Hetta prógvar, at Hollywood er blivið politiskt

Tað sigur talsfólk hjá russisku stjórnini, eftir at ein heimildarfilmur um russiska andstøðuleiðaran Aleksej Navalnyj vann ein Oscar í nátt

Yulia Navalnaja, kona Aleksej Navalnyj var til staðar, tá heimildarfilmurin

Yulia Navalnaja, kona Aleksej Navalnyj var til staðar, tá heimildarfilmurin "Navalny" vann Oscar-heiðurslønina fyri besta heimildarfilm (Mynd: EPA)

2023-03-13 15:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt okkara tíð vórðu Oscar-heiðurslønirnar handaðar í Los Angeles, og tá vann heimildarfilmurin "Navalny" ein Oscar fyri besta heimildarfilm.

Filmurin snýr seg um russiska andstøðuleiðaran Aleksej Navalnyj, ein av harðastu kritikkarunum av russisku stjórnini, sum hevur sitið í fongsli síðan fyrst í 2021.

Í august 2020 varð Navalnyj eitraður og mátti til Týsklands at fáa viðgerð. Tá hann kom aftur til Russlands, varð hann handtikin. Sambært Navalnyj var tað russiska stjórnin, sum stóð aftanfyri eiturálopið, men tað hevur stjórnin víst aftur.

Filmurin vísur, hvussu Navalnyj roynir at koma fyri seg í Týsklandi, og hvussu hann saman við journalistum roynir at finna fram til, hvør stendur aftanfyri.

Filmurin, sum varð frumsýndur á Sundance Film Festival í fjør, hevur eisini verið vístur í Filmsfelagnum í Havn.

At hesin filmurin hevur vunnið ein Oscar er eitt greitt tekin um, at Hollywood er vorðið politiskt, sigur Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini.

Sambært tíðindastovuni Reuters sigur Peskov, at hann ikki hevur sæð filmin og tí ikki kann meta um filmslistarligu góðskuna, men hann torir at ganga út frá, at har eitt sindur av politisering yvir tí.

Les eisini: Sjey Oscars til "Everything Everywhere All at Once"

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder