
- Vit vildu ikki út í eitt misálitismál og eitt politiskt stríð. Støðan er óheppin, men vit hildu, at hetta var besta loysnin.
Soleiðis segði Aksel V. Johannesen millum annað, tá Kringvarpið tosaði við hann fyrr í kvøld. Løgmaður skuldi seta orð á, hví Dennis Holm nú er loystur úr starvi sum landsstýrismaður.
Løgmaður og nú fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum hava tosað saman í dag og eru komnir til niðurstøðuna. Aksel V. Johannsen noktar at hann hevur noytt Dennis Holm frá á nakran hátt. Heldur snúði tað seg um politiska stevið víðari hjá samgonguni.
Sí eisini: Dennis Holm: - Soleiðis eru spælireglurnar í politikki
Formaðurin í Javnaðarflokkinum varð eisini spurdur um, hví hetta var øðrvísi enn í fjør, tá hann ikki loysti Ingilín Didriksen Strøm frá. Tá endaði tað við misálitismáli.
Løgmaður staðfesti, at hetta einki hevur at gera við, hvønn flokk ein hoyrir til; tað snúði seg um hvat varð sagt á tingi, og málið við Dennis Holm snúði seg um heimildir - og tulkingar av tí.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald