
Eins og fríggjanáttina, hevur lítið av fólki verið at sæð í býnum leygarnáttina, og hevur sostatt verið talan um eitt stak friðarligt vikuskifti, upplýsir løgreglan í morgun.
Sambært nýggjastu koronutilmælunum, sum vórðu kunngjørd mikudagin, og sum í skulu vera galdandi tíggju dagar fram, eiga øll tiltøk, har fleiri enn 50 fólk savnast, at verða útsett, og eisini varð heitt á náttarlívið um at lata aftur.
Øll hava tó ikki fylgt tilmælunum. 11 skeinkistøð í Havn og tvey í Klaksvík hava í staðin valt at hava opið sum vant, tó við kravi um koronupass fyri at sleppa inn um kvøldarnar.
Men, sum áður nevnt, hevur lítið av fólki verið í býnum.
– Fólk hava nokk lurtað eftir tilmælunum, men tað kann eisini vera, at keðiliga veðrið hevur spælt ein leiklut, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Les eisini: Bilur horvin í Havn
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald