Finnland kann ikki bíða eftir, at Turkaland og Ungarn sum tey seinastu Nato-limalondini góðkenna umsóknina hjá Svøríki.
Tað sigur finski forsetin, Sauli Niinistö, nú Turkaland hevur boðað frá, at tey fara undir tilgongdina at góðkenna finsku umsóknina um limaskap.
Hann sigur í samrøðu við svenska SVT, at tað hevði verið løgið, um Finnland noktaði Turkalandi at góðkenna umsóknina.
Les eisini: Erdogan: Finnland kann gerast limur í Nato
– Tað hevði verið ein øgiliga torfør støða, um vit høvdu sagt nei við Ankara.
Sambært finska forsetanum er tað møguligt hjá Finnlandi at gerast limur í Nato innan fáar vikur, meðan tað fer at taka longri tíð hjá Svøríki.
Niinistö vónar ikki, at tað fer at taka ov langa tíð, men møguliga hendir einki hesum viðvíkjandi, fyrr enn valið í Turkalandi er avgreitt miðskeiðis í mai, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald