Turkaland fer nú at loyva Finnland at koma upp í verjusamgonguna Nato.
Á tíðindafundi í gjár segði turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, at tey í Turkalandi nú fara undir tilgongdina at góðkenna finsku umsóknina um Nato-limaskap. Vónin er, at hetta kemur í lag, áðrenn valið í Turkalandi 14. mai.
Tíðindafundurin varð hildin í sambandi við, at finski forsetin, Sauli Niinistö vitjaði í turkiska høvuðsstaðnum Ankara. Á tíðindafundinum segði Niinistö, at hetta var sera umráðandi fyri Finnland.
Tað var í mai í fjør, at Finnland og Svøríki søktu um at gerast partur av Nato í kjalarvørrinum á krígnum í Ukraina. Skulu hesi bæði norðurlondini gerast partur av verjusamgonguni, krevst undirtøka frá øllum teimum 30 núverandi limalondunum. Tey einastu londini, sum ikki hava góðkent limaskapin hjá Svøríki og Finnlandi eru Turkaland og Ungarn.
Turkaland hevur ikki góðkent limaskapin hjá Svøríki. Grundgevingin hjá Turkalandi er m.a., at Svøríki hevur stuðlað kurdiskum yvirgangsfelagsskapum, og hevur Turkaland sett fleiri krøv til Svøríki, sum landið skal eftirlíka fyri at fáa grønt ljós frá teimum.
Hóast finski forsetin sigur seg fegnast um, at Turkaland nú fer undir tilgongdina at góðkenna Finnland, er limaskapurin hjá Finnlandi ikki fullfíggjaður uttan Svøríki, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald