Uttanlands

– Hizbollah hevur nógvar fíggindar

Fyrr í vikuni sprongdist samskiftisútgerð hjá Hizbollah í Libanon, og ísraelski forsetin vísir aftur, at Ísrael stendur aftanfyri

Isaac Herzog, forseti í Ísrael (Mynd: EPA)

Isaac Herzog, forseti í Ísrael (Mynd: EPA)

2024-09-22 15:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísrael hevur einki at gera við málið um sprongdu samskiftisútgerðina í Libanon, sigur ísraelski forsetin, Isaac Herzog í samrøðu við bretska Sky News í dag.

– Ísrael er ikki áhugað í at vera í kríggj við Libanon, sigur hann.

Fyrr í vikuni sprongdist ein rúgva av persónsleitarum og walkie-talkies hjá Hizbollah-limum. Í sambandi við hesar spreingingar lótu umleið 40 fólk lív, og hildið verður, at yvir 3.000 vórðu særd.

Meðan Herzog vísir aftur, at Ísrael hevur nakað við hetta at gera, sigur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, at Ísrael hevur rakt Hizbollah soleiðis "sum tey ongantíð kundu ímynda sær".

- Um Hizbollah ikki skilur hesi boðini, vissi eg tykkum um, at tey fara at skilja tey.

Júst hvat Netanyahu sipar til er tó ógreitt.

Ísraelski forsetin leggur afturat, at Ísrael stríðist fyri "allan tann frælsa heimin", og at "Hizbollah hevur nógvar fíggindar".

Hann vísir á, at Hizbollah heldur fram at senda rakettir eftir ísraelska fólkinum.

Tíðliga í morgun vórðu fleiri enn 100 rakettir sendar móti Ísrael. Ísraelska verjuskipanin tók sær av teimum flestu, men sambært fleiri miðlum vórðu eisini fleiri bygningar raktir. Ongar fráboðanir hava tó verið um álvarsligan fólkaskaða, skrivar Ritzau.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder