Innanlands

– Húsarhaldini skulu ikki rinda fyri burturspilta orku

Tað er illa umhugsað av Umhvørvisstovuni at áleggja SEV ovurhondssstórar útreiðslur, sum koma at kosta húsarhaldum hundratals milliónir í hægri elprísum komandi árini, sigur Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin

Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-04-12 14:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, heldur tað vera illa umhugsað av Umhvørvisstovuni at áleggja SEV ovurhondssstórar útreiðslur, sum koma at kosta húsarhaldum hundratals milliónir í hægri elprísum komandi árini.

Í sambandi við, at Umhvørvisstovan hevur givið Vindrøkt loyvi at seta upp vindmyllur á Gellingarkletti, hevur SEV greitt frá, at ein nýggj vindmyllulund í Hoyvíkshaganum fer at seta óneyðuga stórt trýst á elveitingarksipanina, og at hetta verður ein dýrur umgangur fyri brúkaran.

Kári Johansen, nevndarformaður í SEV segði m.a. við Útvarpið leygardagin, at SEV bara fer at megna at taka ímóti 20 prosent av orkuni frá nýggju vindmyllulundini, men hóast hetta skal SEV rinda fyri 100 prosent av orkuni.

Á tann hátt er Vindrøkt tryggjað inntøkur fyri alt tað, ið verður framleitt, uttan mun til, um tað verður brúkt ella ikki.

At SEV bert megnar at taka ímóti 20 prosent av orkuni merkir, at 80 prosent av orkuni sum SEV, og harvið føroysku húsarhaldini, rindar fyri, fer til spillis.

- Nú skulu borgarir rinda fyri orku, sum ikki kemur út til húsarhaldini. Einasti møguleiki hjá SEV er at fíggja hetta er gjøgnum hægri elprísir. Spurningurin er, um ætlanin ikki er brot á grein 11 í Elveitingarlógini, sigur Henrik Old, sum hevur sett landsstýrismanninum í umhvørvismálum fyrispurning um málið.

Henrik Old hevur spurt landsstýrismannin, hvørjar heilmildir og førleikar Umhvørvisstovan hevur at taka slíkar avgerðir, og um hann heldur tað verða rætt, at húsarhaldini skulu rinda hundraðtals milliónir í hægri elprísum fyri hesa ætlan.

Harafturat vil Henrik Old hava at vita, um Helgi Abrahamsen hevur undirtøku í samgonguni at taka avgerðir yvir høvd á nevnd og leiðslu á SEV, sum føra til, at føroysku húsarhaldini skulu gjalda meira enn 100 milliónir krónur í hægri elprísum komandi tíðina, skrivar Javnaðarflokkurin í tíðindaskrivi.

- Sjálvsagt skulu vit hava grøna orku, men tá so stór rokning verður send húsarhaldunum, eiga vit at umhugsa ætlanina betur og tryggja, at elprísirnir ikki vaksa í so stóran mun, sum teir nú fara at gera, og at so nógv orka og so nógvir pengar ikki fara til spillis, sigur Henrik Old.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder