Innanlands

– Hvat kann Tórshavnar kommuna gera fyri teg í summar?

Líkt er til, at flestallir føroyingar vera í Føroyum í summar, og tí sóknast Tórshavnar kommuna eftir hugskotum til, hvat kommunan skal bjóða borgarunum í summar

2020-05-02 12:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Líkt er til, at flestallir føroyingar vera heima í Føroyum í summar, og at nógv tí eisini fara at halda summarfrí í høvuðsstaðnum í ár. Tórshavnar kommuna fer at gera sítt til, at møguleikarnir í høvuðsstaðnum verða nógvir og góðir, so vit kunnu njóta frítíðina í býi, á bygd og í náttúruni.

Soleiðis stendur á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, sum sóknast eftir hugskotum til, hvat kommunan skal bjóða borgarunum í summar.

– Hevur tú eitt gott hugskot til, hvat kommunan skal bjóða í summar? Tað kann eitt nú vera ein bonkur ella eitt borð úti í náttúruni, eitt nýtt spælipláss ella betri umstøður hjá teimum mongu, sum svimja á sjónum – eitt nú skiftingarrúm og brúsur uppi á landi. Her er tað bert hugflogið, sum setir markið.

Øll kunnu senda inn hugskot til kommununa her. Hugskotini verða síðani tikin við og viðgjørd í einari yvirskipaðari ætlan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder