Ógvusliga sjónbandið, sum sigst at vísa drápið á ein av norðurlendsku kvinnunum, sum vórðu dripnar í Marokko, er aftur nógv frammi, eftir at ákærumyndugleikar í Danmark hava boðað frá, at tað er revsivert at deila sjónbandið.
At sjónbandið hevur fingið so nógva umrøðu kann møguliga gera fólk forvitin, men mælt verður ikki til at hyggja eftir sjónbandinum, sigur Trine Maria Ilsøe, sendifólk hjá DR, sum sjálv hevur sæð sjónbandið av arbeiðsorsøkum.
- Tá ein fyrst hevur sæð tað, ber ikki til at gloyma tað aftur. Tað er so ógvusligt, at tað situr eftir í kroppi og sál. Tað ber ikki til at strika sjónbandið úr minninum, sigur hon.
- Hetta er ikki sum ein óhugnaligur filmur við følskum blóði. Hetta eru verulig fólk, sum verða dripin í veruleikanum. At síggja hetta ger okkurt við teg.
Hon leggur afturat, at mann eigur at hugsa um familjuna og tí eigur mann hvørki at hyggja eftir sjónbandinum ella at deila tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald