Landið er farið niður í ferð. Almennir stovnar eru afturlatnir, og nógv fólk halda seg heima við hús í hesum døgum.
Unn Jakobsen, leiðari í barnatannrøktini hjá Klaksvíkar kommunu, skilur væl familjurnar, sum velja at gera hesa tíðina til eina hugnaliga uppliving, har tað m.a. verður bakað meira enn vanligt og møguliga eisini hugnað meira um við søtum.
– Dagarnir eru møguliga ikki líka skipaðir, sum gerandisdagurin vanliga er, og tí er kanska eisini skjótt, at tenninar verða gloymdar um morgunin, orsakað av at náttklæðini verða skift út eitt sindur seinni enn vanligt, sigur hon sambært heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu.
Ein avleiðing av hesari serstøku støðuni er, at barnatannrøktin í løtuni er stongd ella hevur minkað um virksemið í fleiri kommunum, og er tað tí enn meira umráðandi, at mann minnist til at busta tenninar hjá børnunum.
– Í hesum døgum, tá ið ongar regluligar kanningar verða gjørdar í barnatannrøktini, hevur tað enn størri týdning, at hildið verður fast við at busta tenninar hjá børnunum bæði morgun og kvøld. Somuleiðis at brúka tannkrem við flour, og at brúka tanntráð, sigur Unn Jakobsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald