placeholder
Innanlands

– Ikki ofta at slíkt kemur fyri

At ein bingja í Havn fer á sjógv í illveðri er heldur sjáldsamt, og bingjan, sum fór á sjógv fyrrapartin er komin upp á land aftur í øllum góðum. Eingin skaði stóðst av hendingini

Tað gekk skjótt at fáa bingjuna á land aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Tað gekk skjótt at fáa bingjuna á land aftur (Mynd: Sverri Egholm)

2020-02-14 11:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Illveðrið í dag hevur bæði órógvað flogferðsluna og Strandferðsluna, og klokkan gott hálvgum 11 fyrrapartin var tað eisini orsøkin til, at ein bingja, sum stóð á bryggjuni í Havn, fór á sjógv.

Tað gekk tó skjótt at fáa tamarhald á binguni og at fáa hana á land aftur.

Hetta er ikki nakað, sum tey á Tórshavnar Havn uppliva ofta, og hjá Faroe Ship, ið eigur bingjuna, er hetta eisini heldur sjáldsamt. Lagt verður afturat, at eingin skaði stóðst av hendingini.

(Upptøka: Nudlavirkið)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder