Epedimilógin verður ikki herd. Hesa avgerðina tók Landsstýrið á fundi í morgun.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur soleiðis um avgerðina.
- Vit hava koyrt við einari strategi, einari ætlan, allatíðina uttan at broytt hana. Hetta hevur eydnast væl – tað vísa góðu tølini. Vit hava biðið um álit frá fólki, sum í høvuðsheitinum hava fylgt mannagongdunum. Tað vildi verið undarligt, at nú noyða fólk, tá nógv fólk veruliga hava víst ábyrgd seinastu tíðina.
Landsstýrismaðurin í heilsumálum sigur við Portalin, at hóast nøkur dømi hava verið um, at tilmæli ikki eru fylgd, so hava føroyingar í høvuðsheitinum av álvara livað upp til álitið og ábyrgdina, sum teimum eru sýnt. Hann vísur á, at hetta er ikki tíðin til at gera ógvuslig átøk:
- Tað er ikki tann rætta løtan. Um vit høvdu tikið avgerð um at herða epedimilógina nú, so hevði tað givið okkum heimildir til at millum annað koppseta móti viljanum hjá tí einstaka, at taka privatar ognir, og at skriva ymsar bøtur – talan hevði verið um øðiliga víttfevnandi heimildir, og vit meta, at í løtuni er tað ikki neyðugt at gera slík inntriv.
Tað er ikki møguligt at gera eina “milda herðing” av epedimilóggávuni.
- Tað er ein løgfrøðiligur spurningur. Talan er her um ríkifelagslógir, og vit kunnu ikki justera sum vit vilja.
Landsstýrismaðurin vísur aftur á, at hetta ikki er tann rætta tíðin at gera so stórar broytingar í einari lóggávu, og at tað er eisini eitt mark fyri, hvat føroyingar góðtaka.
Kaj Leo Holm Johannesen rósar samfelagssinninum, sum føroyingar vísa í hesum døgunum, og sigur at tað skal nógv til, áðrenn neyðugt verður við dagførdari lóggávu á økinum.
- Tað skal okkurt ógvusligt til, um vit skulu herða lóggávuna. Vit vita sjálvandi ikki, hvussu veruleikin sær út um eina viku, men so skulu tølini veruliga síggja ring út ella og hugburðurin og atburðurin hjá føroyingum broytast munandi til tað verra. Tað hevur hjálpt okkum í hesari støðuni, at vit eru eitt lítið samfelag – millum annað í tann mun at vit standa ógvuliga væl saman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald