Innanlands

- Jakob Ellemann-Jensen er besta boðið fyri Føroyar

Og tá fleiri málskøki ikki eru yvirtikin, er tað sjálvsagt, at fólkatingssessirnir skulu varðveitast. Hetta ger nýggja føroyska fólkatingsumboðið, Anna Falkenberg, greitt

Anna Falkenberg fekk næstan 3.000 persónligar atkvøður mánakvøldið. Hon peikar á formannin í Venstre, ið er systurflokkur hjá Sambandsflokkinum, sum nýggjan forsætisráðharra í Danmark (Mynd: Jens Kr. Vang)

Anna Falkenberg fekk næstan 3.000 persónligar atkvøður mánakvøldið. Hon peikar á formannin í Venstre, ið er systurflokkur hjá Sambandsflokkinum, sum nýggjan forsætisráðharra í Danmark (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-11-04 14:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Tað ikki líka mikið, hvør er statsministari, tí ein statsministari er statsministari fyri alt ríkið.

Hetta kom nýggja føroyska fólkatingsumboðið inn á í Degi & Viku í gjárkvøldið, og tað slær Anna Falkenberg fast í Facebook-uppslagi í dag.

Har skrivar 26-ára gamla sambandskvinnan eisini, hvat hennara val er til evsta sessin í Danmark: 

- Orsøkin til, at eg peiki treytaleyst á Jakob Ellemann-Jensen sum statsministara er tí, at eg meti hann vera besta boð fyri Føroyar. Tætt samband eyðkennir samstarvið millum Venstre og Sambandsflokkin, og tí er tað eyðsæð, at eg meti hann vera besta boðið.

Venstre gekk aftur við tíggju prosentum og tjúgu tinglimum á fólkatingsvalinum týsdagin. Hetta var tó ikki nakað, ið øll vórðu so bilsin av, tí tveir av fyrrverandi toppolitikkarunum í flokkinum, Lars Løkke Rasmussen (fyrrverandi formaður) og Inger Støjberg (fyrrverandi næstforkvinn), stillaðu upp við hvør sínum nýggja flokki. Moderaterne og Danmarksdemokraterne høvdu eitt sera gott val, og vóru ikki so langt aftanfyri Venstre. Hesir flokkarnir hava allir í dag fund við Mette Frederiksen, ið roynir at skipa nýggja stjórn.

[object Object]
Flokkurin hjá Jakob Ellemann-Jensen fekk ikki eitt gott val - Venstre misti nógvar atkvøður til fyrrverandi sentralar limir 

Hugsast kann, at nógvar Venstre-atkvøður eru farnar til flokkarnar, ið Løkke og Stjørberg fyri kortum hava stovnað. Beint nú er tað ógvuliga ivasamt, um flokkurin hjá Jakob Ellemann-Jensen kann standa fyri at skipa stjórn, og Anna Falkenberg slær fast, at um Venstre peikað á ein annan forsætisráðharra, so verður tann linjan fylgd.

- Treytaleyst merkir ikki, at eg peiki uttan umhugsni – men Venstre hevur eina ideologi, sum eg stuðli, og tí stuðli eg eisini teirra politikki.

Les eisini: Mette er byrjað uppá stjórnarsamráðingarnar

Viðvíkjandi sjálvum fólkatingsessinum er tað einki ivamál hjá Onnu Falkenberg og Sambandsflokkinum.

- Tað eru fleiri málsøki, sum ikki eru yvirtikin, og tískil skulu viðgerast á Fólkatingi. Eitt fólkatingsumboð hevur sum ábyrgd at tryggja, at hesi málsøki verða raðfest. Tí er tað sjálvsagt fyri meg og Sambandsflokkin, at fólkatingssessirnir skulu varðveitast. Eg fari ikki at broyta mína meining um hetta, hóast valið er av, og eg eri vald á Fólkating. Eg geri tað, sum eg havi sagt, eg fari at gera.

Anna Falkenberg kom inn á fólkating í stórum stíli. Sambandsflokkurin gjørdist størsti flokkur við tretivu prosent av atkvøðunum, og Anna fekk beint undir 3.000 atkvøður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder