Innanlands

- Jóannes gretti ongantíð orð um Landsverk tá

Ákærurnar um at Fólkaflokkurin skal standa fyri pallsetingini av gølum rundan um Landsverk, eru tiknar úr leysari luft, heldur Bjarni Djurholm

Bjarni Djurholm (Mynd: KVF)

Bjarni Djurholm (Mynd: KVF)

2019-10-31 18:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bjarni Djurholm, fyrrverandi landsstýrismaður og løgtingsmaður, vil ikki hava sitandi á sær og á flokkinum, at Fólkaflokkurin skal hava sett gøluna rundan um Landsverk á pall, sum Jóannes Eiedesgaard, fyrrverandi løgmaður, legði upp til í einari støðudagføring á Facebook í gjár.

Les eisini: Jóannes Eidesgaard: - Gølan rundan um Landsverk er sett á pall av Fólkaflokkinum

Bjarni Djurholm var landsstýrismaður við ábyrgd fyri Landsverki frá 2000 til 2008, og sambært honum er útleggingin hjá Jóannesi burturvið.

- Tá gjørdu vit tveir undirsjóvartunnlar (Landsverk hevði eftirlit), nýggjan veg til Gomlurætt, nýggjan veg Skála/Strendur, nýtt havnalag í Syðradali, nýtt havnalag við Krambatanga, útbygt havnalagið í Nólsoy, tunnil Øravík/Hov, tunnil til Gásadals og mangt mangt annað uttan trupulleikar, sigur Bjarni Djurholm, og vísir á aðrar verkætlanir sum Landsverk eisini hevði eftirlit við.

- Frá 2004 til 2008 sótu Jóannis og eg saman í sera góðum samstarvi, Jóannis sum løgmaður, eg sum varaløgmaður. Jóannis gretti ongantíð orð um LV tá. Síðani sat Jóannis sum løgmaður, landsstýrismaður/løgtingsmaður til 2011. Hann hevði ongar viðmerkingar.

- Frá 2015 sat javnaðurin bæði við løgmanni og Landsverki, so útleggingin hjá Jóannesi er sera selektiv, ein útlegging uttan proportiónir. Og hvussu er skilið nú, spyr Bjarni Djurholm og sipar til Glasir, H-bygningin á Landssjúkrahúsinum og asfaltverkið á Sundi.

- Alt íkomið meðan javnaðurin sat frá 2015 til 2019.

- Í sama tíðarbili hevur Landsverk víst á, at viðlíkahaldið av infrakervinum akutt manglar 300 milliónir krónur og at víðlíkahaldið tørvar harumframt 10-tals mio kr árliga afturat, uttan at undanfarna samgongan hjá javnaðinum ønti hesum aftur, vil Bjarni Djurholm vera við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder