Mikudagin í farnu viku stjól føroyski realityluttakarin, Teitur Skoubo yvirskriftirnar hjá fleiri donskum tíðindasíðum, eftir at hann kom í rok við vaktirnar í sambandi við Reality Awards í Keypmannahavn, sum løgreglan mátti leggja seg uppí.
Les eisini: Teitur stjelur yvirskriftirnar
Teitur varð tó ikki handtikin men koyrdur av staðnum í hýruvogni, og fyriskiparar av Reality Awards siga við B.T., at teir hava ikki meldað hann fyri harðskap, og at hann er vælkomin aftur næsta ár, um hann kann skikka sær væl. Teitur fekk tó eina bót fyri at skapa ófrið.
Teitur Skoubo sigur sjálvir, at tað var ein sera óheppin støða, og hevur hann seinastu vikuna havt brúk fyri at vera burtur frá sosialu miðlunum, men nú er hann klárur at siga frá sínari síðu av søguni.
– Vit sita og hugna okkum, vit fáa drukkið eina rúgvu, og vit hava tað sera suttligt við borðið. Hvørja ferð ein virðisløn verður handað, reisi eg meg upp at fagnast. Um mann ikki veit tað, eri eg eitt stórt ADHD-barn, sum ikki kann sita stillur ov leingi, og so fái eg at vita frá vaktunum, at um eg reisi meg upp aftur, verði eg blakaður út, sigur hann í einari "story" á Instagram.
Seinni reisir Teitur seg tó upp aftur fyri at fara á vesi, men á veg hittir hann ein annan realityluttakara, Asbjørn Nielsen, sum eins og Teitur, hevur verið í parlagi við fyrrverandi Paradise Hotel-luttakarunum Christel Trubka, og hetta er nakað, sum vekir ans.
Meðan Teitur stendur og tosar við Asbjørn Nielsen, koma tveir vaktir, og annar tekur í hann og sigur, at hetta var seinasta ávaring, og at hann skal út umgangandi.
Teitur greiðir frá, at hann segði við vaktirnar, at teir ikki nýtast at taka í hann, tí hann sjálvur er førur fyri at fara út, og tá hin vakturin eisini tekur í hann, endar tað galið.
– Eg reageri eitt sindur ógvusligt, tí eg kenni meg illa viðfarnan, og eg vil ikki hava, at fólk skulu taka í meg, tá eg ikki føli, at eg havi gjørt nakað galið, sigur Teitur sambært B.T.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald