
Í farnu viku bórust tíðindini um, at Russland hevði biðið Kina um hernaðarhjálp, og úr Hvítu Húsunum í USA verður ávarað um, at tað fær avleiðingar fyri Kina, um tey senda vápn til Russlands at brúka í krígnum móti Ukraina.
Russland hevur áður víst aftur, at landið hevur biðið Kina um nakra hernaðarhjálp, og kinesiski sendimaðurin í USA, Quin Gang segði í gjár sambært Ritzau, at Kina ikki hevur sent vápn til Russlands.
– Tað, sum Kina ger, er at senda matvørur, heilivág, soviposar og barnamat, ikki vápn, sigur hann.
Eisini sigur hann, at Kina framhaldandi ynskir at virka fyri friðarsamráðingum og biðja um vápnahvíld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald