
Vælferðarnevndin hjá Norðurlandaráðnum hevur í vikuni haft fund, har fosturtøkulógin og javnstøðan í Føroyum varð umrødd, skrivar heimasíðan hjá Norðurlandaráðnum.
Á fundinum varð avgerð tikin um at umrøða málið aftur á einum komandi fundi, og tá verða serfrøðingar á økinum umframt umboðsfólk hjá ST boðin við at lýsa málið nærri.
– Nevndin hevur lagt serligan dent á mannarættindi og javnstøðu. Tá ST herfyri kom við tilmæli viðvíkjandi atgongd til fosturtøku í Føroyum, er tað ein menning, vit leggja til merkis og fara at fylgja. Rætturin hjá kvinnum at ráða yvir egnum kroppi er ein grundleggjandi rættur, sum kvinnusáttmálin hjá ST skal varða um, sigur Nina Sandberg, talsfólk fyri javnstøðu og varaframsøgufólk í Vælferðarnevndini í Norðurlandaráðnum.
Bente Stein Mathisen, framsøgufólk í nevndini, sigur soleiðis:
– Nevndin er upptikin av sjalvsavgerðarrættinum hjá føroyskum kvinnum tá tað kemur til fosturtøku. Kjakið má takast upp í føroyska samfelagnum. Vit hava virðing fyri føroyska sjálvstýrinum, samstundis sum vit heita á Føroyar um at gera nakað við lóggávuna, so hon samsvarar við tær skyldur, sum eru partur av kvinnusáttmálanum hjá ST.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald