57 arabisk og muslimsk lond heita á Ísrael um at steðga hernaðarlig álop í Gaza.
Londini hittust leygardagin á toppfundi í Saudiarabia fyri at umrøða kríggið í Gaza, og í felags fráboðan fordøma tey "ísraelsku álopini í Gaza, krígsbrotsverk, og ræðuliga hópdrápini". Eisini koma tey við áheitan um at steðga allari vápnasølu til Ísrael, skriva altjóða miðlar.
– Kríggið skal steðgast, og tað skal steðgast nú, sigust saudiarabiski uttanríkismálaráðharrin, Faisal bin Farhan Al-Saud prinsur, sum leggur afturat, at einasti mátin at fáa tryggleika í økinum er gjøgnum frið.
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu segði í gjár, at har verður eingin vápnahvíld, áðrenn gíslarnir hjá Hamas eru leyslatnir.
Les eisini: – Eingin vápnahvíld áðrenn gíslar eru leyslatnir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald