Innanlands

- Kunnu bakka aftur um smittan spjaðir seg aftur

Landstýriskvinnan á almannamálum setti í morgun orð á sítt takksemi mótvegis starvsfólkum og avvarðandi, ið hava ofrað seg nógv í hesari tíðini

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir á tíðindafundinum í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir á tíðindafundinum í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-06 16:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Hesa tíðina eru nógv, sum hava ofrað sera nógv. Ein stór tøkk til starvsfólk og avvarandi

Hetta segði Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir í hennara útmelding á tíðindafundinum hjá Almannaráðnum í dag.

- Nógv arbeiðsfólk innan almannaøki hava verið í sjálvbodnum sóttarhaldi uttanfyri arbeiðistíð. Hetta fyri at verða vís í, at tey ikki taka smittuna við sær. Tað vil siga, at tey bara hava verið heima uttanfyri arbeiðistíð, ikki hava fingið gestir og harvið ikki havt nakað veruligt sosialt lív. 

Les eisini: Almannaverkið: Frá í morgin verður virksemi størri

Landstýriskvinnan fegnaðist um, at tað hevur eydnast at hildið smittuni burtur frá bústovnum, men at tað nú er tað rætta at lata varisliga upp - undir skipaðum og tryggum kørmum og eftir tilráðingum frá Heilsumyndugleikunum

Elisabeth Mercedis Gunnleygsdóttir segði eisini, at um tað er, at koronasmittan fer at spjaða seg aftur, so er ein ætlan til reiðar. Júst hvat hetta er, varð ikki borið fram, men hon sló fast: 

- Vit vita, hvat vit skulu gera, um tað hendir, og vit kunnu jú bakka aftur.


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder