Innanlands

- Kunnu gleðast um at tilmælini verða fylgd

Í onkrum føri, talan hevur verið um ung í veistlulagi, hevur politiið tosað við og vegleitt, tá tilmælini ikki hava verið fylgd. Tað er tað, sum heimild er til.

Í høvuðsheitinum hava føroyingar dugað væl at hildið frástøðu og ikki samlast í stórum bólkum, sigur fútin Micheal Boolsen (Mynd: Sverri Egholm)

Í høvuðsheitinum hava føroyingar dugað væl at hildið frástøðu og ikki samlast í stórum bólkum, sigur fútin Micheal Boolsen (Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-15 11:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Føroya fólk hevur dugað væl at hildið seg til sokallaðu sosialu frástøðuna, sum er tveir metrar, og at ikki samlast í stórum bólkum.

Í fráboðan í dag hevur fútin rósandi orð til íbúgvarnar í Føroyum, og Michael Boolsen fegnast um góðu gongdina í koronatølunum: 

- Vit kunnu gleðiliga sanna og staðfesta, at tilmælini frá myndugleikunum verða fylgd, og at smittan er í afturgongd.

Føroya Politi skrivar, at um tilmælini verða brotin, hava myndugleikarnir og løgreglan bert heimild til at vegleiða og tosa við borgarar, sum ikki hava fylgt tilmælunum.

Ynski hevur áður verið sett fram um at herða epedimilógina, so at løgreglan fær víðkaðar heimildir. 

Í fráboðani í dag verða dømi nevnt um ungfólk, 
sum í veitslulag hava verið samlaði í bólkum við fleiri enn 10 persónum.

- Politiið vil sjálvandi tosa við tey ungu og onnur við, tá boðað verður frá brotum á tilmælini frá mynduleikunum. Men tað er týdningarmikið, at vit í okkara samfelag standa saman um kjarnuboðskapin. Tað er eisini týdningarmikið, at serstakliga foreldrini átaka sær ta ábyrgd at tillaga atburðin hjá teimum ungu til gagns fyri allar borgarar her á landi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder