Innanlands

- Kunnu vera nógv sum hava likið

Ljóðsamrøðan millum Helga Abrahamsen og Herálv Joensen, sum Kringvarpið av óvart fekk í hús, stendur nú at lesa á donskum miðlum. Tíðindaleiðarin í Sortudíki veit ikki hvat tey nú gera

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-12-12 15:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri løtu síðani kunngjørdi danska blaðið Berlingske á heimasíðu sínari, hvat varð sagt í samrøðuni millum Helga Abrahamsen og Herálv Joensen, har teir umrøða ein fund millum kinesiska sendiumboðið í Danmark og landsstýriå.

Í Kringvarpinum hava tey fingið forboð fyri at fortelja føroyingum hvat varð sagt, og allíkavæl hava danskir miðlar fingið hendur á ljóðfíluni hjá Kringvarpinum.

- Eg veit ikki hvat vit gera nú. Eg tori ikki at siga tað heilt sikkurt, men tað er rættiliga sannlíkt, at hatta er alt tað tilfarið vit eisini høvdu, segði Georg L. Petersen, tíðindaleiðari, fyri løtu síðani.

[object Object]Georg L. Petersen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hvussu tað er likið til danskar miðlar, er torført at siga sambært tíðindaleiðarunum.

- Ljóðbrotið hevur ligið leingi í skipanini, og allan tann dagin fútabannið kom lá tað klárt at senda. So tað kunnu vera so nógv sum hava havt atgongd til tað. Eg áni tað ikki, sigur Georg L. Petersen, sum vissar um, at tað ikki hevur verið nakað bevíst, at leka ljóðfíluna.

Men nú øll samrøðan er komin út, skuldi man trúð, at fútabannið var óneyðugt, sigur tíðindaleiðarin.

Fútabannið kom tjúgu minuttir áðrenn Dagur & vika skuldi í luftina 2. desember.

- Vit eru eitt sindur á Herrens mark um hvat vit gera nú, sigur Georg L. Petersen.

Les eisini: Hetta verður sagt í fútabannaðu samrøðuni

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder