Innanlands

Video: Samskiftið millum meg og Jenis farið í ein keðiligan spiral

Framsókn og Miðflokkurin kundu samstarvað um nógv um eg hyggi eftir valskránni, men tað vil Jenis ikki, sigur Ruth Vang. "No way", sigur Jenis av Rana

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-03-19 08:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í seinasta sjónvarpskjakinum í valstríðnum í 2022 fóru Ruth Vang og Jenis av Rana at munnhøggast um fosturtøka.

Fyrrnevnda legði eftir formanninum í Miðflokkinum viðat tosa um millum annað spiralar - um tað var so nógv øðrvísi enn fosturtøka. Summir viðmerkjarar hildu, at hetta gav Framsókn neyðugan viðvind beint undan valinum, har flokkurin fekk besta valúrslitið í søgu floksins. 

Tá Ruth Vang og Jenis av Rana hittust aftur í gjár, í "Valstjórnini" á FM1, prikaði fyrrnevnda aftur við orðinum - hesaferð á heldur skemtiligan hátt.

- Samskiftið millum meg og Jenis farið í ein heldur keðiligan "spiral" síðani seinasta val.

Her vísti forkvinnan í Framsókn á, at Miðflokkurin ikki sær seg kunna samstarva við seg.

- "No Way" staðfestir Jenis av Rana - við eru ov langt frá hvørjum øðrum.

Sí videobrot ovast

Valstjórnin varð send á FM1 og stroymd á Portalinum.

Sí alla sendingina her:

Lurta her: Ætli at spyrja Stjórnina hvør verður løgmaður - nú teir vita so væl

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder