Nógvar granskingarverkætlanir eru farnar í gongd við at kanna koronasmittuna í Føroyum. Ein av teimum er at kanna myrkatalið. Mánadagin fingu 1500 persónar bræv frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í samband við kanning av myrkatalinum.
Ein bólkur av granskarum er settur til at nágreina myrkatalið av Covid-19 í Føroyum. Á tíðindafundinum hjá heilsumyndugleikunum í gjár upplýsti Bjarni á Steig, at hetta talið helst er lítið, hóast tað bendir á, at tað eru fleiri tilburðir, enn skrásetta talið er.
Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu skrivaði seinnapartin í gjár, at tað hevur verið ein sannur telefonstormur, og fleiri enn 200 av teimum 1500 fólkunum, sum høvdu fingið bræv, høvdu sagt, at tey vilja luttaka.
Serlig støða – Serlig vitan
Ein onnur verkætlan fer í gongd nú, har endamálið er at kanna sjúkutekin hjá fólki, sum hava havt koronasmittuna. Ætlanin er at greina vanligu sjúkugongdina hjá teimum, men í serligan mun eisini at finna tey, sum hava óvæntaða sjúkugongd og eftirsjúkur.
Tey ið ynskja at luttaka verða uppringd eina ferð um vikuna í seks vikur, so til ber at fylgja við gongdini. Tað verður í høvuðsheitum læknin og PhD lesandi Marnar F. Kristiansen, sum fer at ringja:
- Tað er ógvuliga spennandi at granska í Korona í Føroyum, tí vit hava eina heilt serliga støðu, har vit hava kannað so nógv í mun til onnur lond. Orsaka av hesum mugu vit rokna við, at vit hava funnið nógv størri part av teimum mildu tilburðunum enn aðrastaðni. Tí kunnu vit veruliga siga nakað um, hvussu veruliga sjúkubyrðan er av tí vanligu koronatilgongini, ikki einans av teimum álvarsligu, sigur Marnar við Portalin
Marnar staðfestir tó, at tað er umráðandi at visa á, hvussu smittaði kunnu merkja ávirkanina av koronavirusið - bæði til vitan fyri føroyiskar og útlendskar granskarar.
- Hóast vit hava nógvar mildar tilburðir, so síggja vit at summi enn eru ávirkaði av sjúkuni, hóast tey langtsíðani eru staðfest frísk. Tí verður tað ógvuliga týdningarmikið at staðfesta, hvat tað er tey hava av eftirsjúkueyðkennum - bæði til okkum her heima, men eisini til at miðla hesa vitan uttanlands
Frá summum sum luttaka í hesari kanningin verður møguliga biðið um blóðroynd fyri at máta andevni í kroppinum, brunamarkørar, blóðtýpu og møguliga genetiskar broytingar, sum kunnu verða tengdar at sjúkueyðkennum. Hetta verður gjørt fyri at kunna samanbera tey, sum hava verið illa sjúk, við tey sum hava havt milda sjúku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald