Fá føroysk tónlistafólk hava havt eitt so hendingaríkt ár sum Elinborg Pálsdóttir. Nú kemur hon í Listastovuna við eini serligari konsert, har løgini á ‚Í Ævir’ verða tikin heilt aftur til upprunan. Saman við Biritu Dam, Kristinu á Váli og Ólavi Gaard hevur hon endurtulkað løgini og givið teimum nýtt lív í einum einfaldari og meira akustiskum hami við strúkarum og gittara.
Hugskotið er at koma tættari at upprunanum og spæla løgini, soleiðis sum tey ljóðaðu, tá tey vórðu skapt. Í hesum nýggja sniðinum fær tónleikurin meira rúm at anda, og samspælið millum Elinborg og tónleikararnar gevur løgunum nýggjar litir og dýpd.
‚Í Ævir’ kom út í 2025 og varð sera væl móttikin. Útgávan fekk 9 av 10 stjørnum frá báðum ummælarunum í Kvørnini hjá Kringvarpinum. Sjálv hevur Elinborg sagt, at útgávan sigur søguna um hennara lív og um tað, sum hevur myndað hana sum menniskja. Náttúran er ein stórur íblástur – serliga flótandi elementini, so sum vatn og blóð – og ofta kemur íblásturin til tekstirnar frá mammuni, sum javnan sendir henni yrkingar.
Á Faroese Music Awards 2026 gekk Elinborg á odda við fimm tilnevningum fyri ‚Í Ævir’: Hon vann heiðurslønina sum Ársins tónaskald.
Útgávan hevur eisini ført Elinborg út í heim. Hon hevur verið á konsertferð í Evropa saman við systrini Eivør og Ásgeiri Trausta og framført á fleiri festivalum. Í november 2025 var hon føroyska umboðið á tónleikaferð í Meksiko saman við norsku Moyku og íslendska Ásgeiri Trausta, skipað av Faroe Music Export, Iceland Music og Music Norway. Og júst í hesum døgum er Elinborg at hoyra á nýggja sanginum ‚Animal’ hjá heimskenda norska bólkinum Kalandra, har hon eisini er við í sjónbandinum, sum varð tikið upp í Noregi.
Konsertin í Listastovuni byrjar klokkan 21 leygarkvøldið. Konsertin er stuðlað av Økistónum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald