Ringa ódnarveðrið, sum júst hevur herjað kring landið seinastu dagarnar, hevur elvt til stórar skaðar. M.a. hevur grótkastið í Hvalba og í Porkeri fingið stóran skaða, og sambært Janusi Thomsen, borgarstjóra í Hvalbiar kommunu, klárar kommunan ikki at bøta um skaðan uttan hjálp.
Les eisini: Sóknin er í undantaksstøðu
Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi hevur sett Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharra, ein Grein 52a fyrispurning í sambandi við ódnarveðrið.
Er landsstýrismaðurin sinnaður at bera uppskot í løgtingið, sum heimilar landinum at fíggja skaðar á grótkøst, sum eru farin í ódnarveðrinum seinastu dagarnar?
– Tá ið slíkir skaðar hava verið fyrr, hevur landið verið við at fíggja endurbyggingina. Tí er spurningurin um landsstýrismaðurin metir, at landið í hesum føri eigur at hjálpa til, so havnaløgini skjótast gjørligt kunnu vera gjørd aftur, sigur hon í viðmerking.
– Havnaløgini eru í nógvar mátar partur av tilverugrundarlagnum kring landið. Og hetta er ein serliga støða, sum kommunurnar ikki hava havt møguleika at lagt upp fyri. Tí eigur landið, eins og fyrr er gjørt, at vera aktivur partur av endurbyggingini av grótkøstunum, heldur Sirið Stenberg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald