Innanlands

– Landsins myndugleikar taka vónandi somu avgerð

Landsfelag pensjónista fegnast um, at Tórshavnar kommuna hevur strikað 70 ára fráfaringaraldurin, eigur hetta at verða gjørt um alt landið

Beate L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónista (Savnsmynd)

Beate L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónista (Savnsmynd)

2022-02-19 16:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í vikuni varð boðað frá, at Tórshavnar kommuna avtekur 70 ára fráfaringaraldurin á øllum stovnum og arbeiðsplássum, sum kommunan umsitur. Hesi tíðindi eru tey í Landsfelag Pensjónista ógvuliga fegin um.

Les eisini: Tórshavnar kommuna avtekur fráfaringaraldurin

– Landsfelag Pensjónista hevur ferð eftir ferð heitt á landsins politikararar um at banna mismuni á fólki og tryggja okkum pensjónistum javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum. Nógvir pensjónistar eru væl fyri og ynskja at verða verandi á arbeiðsmarknaðinum. Tað er tí stór íløga hjá einum landi, at fólk eru til arbeiðis, og eigur tað ikki at verða aldurin, men arbeiðsførleikin, ið avger, um ein skal av arbeiðsmarknaðinum, sigur Beate L. Samuelsen, forkvinna í skrivi, sum er sent miðlunum.

– Hetta hevur í fleiri ár verið eitt av aðalmálunum hjá felagnum at arbeiða fram ímóti. Sum støðan er, er arbeiðsloysið í landinum sera lágt, og skríggjar arbeiðsmarknaðurin eftir fólki. Tí eru vit í Landsfelag Pensjónista glað fyri, at Tórshavnar kommuna við hesi fíggjarnevndaravgerð gongur á odda hesum viðvíkjandi.

Landsfelag Pensjónista vónar nú, at landsins myndugleikar taka somu avgerð sum býráðið í høvuðsstaðnum.

– Vit vilja hava, at fráfaringaraldurin um alt landið skal burtur, og at tað ikki skal vera loyvi at siga fólki upp vegna aldur. Pensjónsaldurin skal ikki vera tað sama sum fráfaringaraldurin á arbeiðsmarknaðinum.

Felagið sigur, at tey fleiri ferðir hava heitt á løgtingið um at lóggeva ímóti at siga fólk úr starvi vegna aldur, og um at gera allan mismun vegna aldur á arbeiðsmarknaðinum ólógligan.

Við avgerðini hjá Tórshavnar býráð vónar felagið nú, at okkurt hendir. Næsta stigið er at lata pensjónstar arbeiða so galið, teir vilja, uttan at henda lønin, sum skattur verður goldin av, skal ganga út yvir pensjónina, sigur Landsfelag Pensjónista at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder